Roma basti Inter

Italska Super Cup, sum er dysturin ímillum meistararnar og steypavinnararnar frá síðsta kappingarári, var á skránni um vikuskiftið, og her møttust Inter og Roma.

Ígjøgnum dystin hevði Inter fleiri góðar málmøguleikar, men í málið vildi bólturin ikki, Í staðin var tað Roma, sum fekk einasta málið í dystinum, tá dómarin dømdi brotsspark,eftir at Totti var feldur. Daniele De Rossi skoraði úr 11 metrum, og sostatt vann Roma italska Super Cup.