Rolls Royce-frystitrolari til Íslands

Nýggi trolarin hjá íslendingum fer at taka 1000 tons av fiskavørum, standandi á plattum í frystilastini.

 

Íslendski fiskivinnurisin - HB Grandi - hevur bílagt ein nýbygning í Spania. Talan er um ein frystitrolara, sum ætlandi skal verða liðugur í 2019. Trolarin verður 81 metrar langur og 17 metrar breiður. Nýggi trolarin fer at taka 1000 tons av fiskavørum, standandi á plattum í frystilastini.  

 

HB Grandi eigur í løtuni tríggjar frystitrolarar, "Therney", "Örfirisey" og "Höfrungur III", men reiðaríið hevur ikki upplýst, hvørji skip fara úr reiðarínum fyri nýbygningin úr Spania.

 

- Skipasmiðjan, Astilleros Armon í Norðurspania, leveraði fyrr í ár trolaran, "Ramoen", til eitt reiðarí í Noregi. Hesin varð bygdur eftir sonevnda Rolls-Royce-stílinum, sum eisini er stílurin, ið íslendski trolarin verður bygdur eftir, skrivar www.fiskerforum.dk og vísir til heimasíðuna hjá íslendska reiðarínum.