Helmingurin av festival fíggjarætlanini er nýttur til at tryggja, at rockhetjurnar koma á pall í Roskilde í ár.
Gaffa.dk skrivar, at tað er BT, sum seinnapartin í dag hevði tíðindini frá eini sera álítandi keldu.
Sagt verður, at legendarisku rockhetjurnar fáa 20 milliónir fyri ómakin, og at talan sostatt er um á leið helmingin av tí fíggjarætlan, sum festivalurin hevur sett av til tónleik.
Rolling Stones rundaðu tey 50 árini sum bólkur í fjør. Teir eru í løtuni á ferð í Asia.
Roskilde Festivalurin kunngerð alment tónleikaskrá sína tann 2. apríl, og tá fæst at vita, um tíðindini um vitjan teirra á Roskilde eru sonn.










