Rolf og atlas: »Elfinbeinskysturin«?

Mær kunnugt er danskt eitt mál ið verður tosað á einum tanga og nøkrum hólmum norður úr Týskalandi - umframt at verða trýst niður yvir Inuitar í Kalaadlit Nunaat.

Mær kunnugt er danskt ikki nakað heimsmál. Men tó eru nakrir føroyskir pseudo-kosmopolittar við danosentrisku heimsmyndini sum halda at nalvi alheimsins liggur við Oyrarsund. Sanniliga, sanniliga eigi eg eitt danskt Atlas. Hetta Atlas gevur mær donsk nøvn fyri heimsins lond. Hvussu vága teir sær?

At nevna España: »Spanien« er tað reina blasfemi. Og hvat siga frakkar til at teirra vakra France verður nevnt »Frankrig«? Og Hrvatska »Kroatien«? Og United States »Forenede Stater«? Og hoyr nú: í sínum Ivory Tower siga teir jú »Elfenbenskysten« - skulu vit føroysku kosmopolittar so ikki siga »Elfinbeinskysturin«?

Rolf kann hóskandi spyrja André vinmannin hvat »Rusland« eitur á russiskum - og so skulu vit nýta tað russiska heitið í okkara framtíðar altjóðligu landakortabók, og ikki nakran danskan peruvelling. Veit tann fjølmenna tjóð eystanfyri hvat »Rusland« er fyri nakað?. Nær er tað vorðið konsensus í internationalari geografi at brúka donsk nøvn um heimsins lond? Hví skulu vit so gera tað í Føroyum?

Mær kunnugt hevur tú Rolf í mong ár verið lektari á Geografisk Institut í Danmark. Sig mær - brúkti tú tá høvið og tín autoritet til at mótmæla donskum Atlasum sum hava frátikið heimsins londum og ríkjum teirra røttu nøvn?

 

PS.

Tú skrivar um føroyskt skrivtmál og støddfrøði (matematikk) í sama andadrátti, og tykist meina, at tá skúlin ikki megnar at læra nútíðar næmingar føroyskt mál, so er tað málið ið er trupulleikin og tískil eigur at broytast.

Brúktu vit somu øvugu logikk um aðrar lærugreinir, Rolf, so áttu vit at komið til ta niðurstøðu, at um skúlalærarar hava trupulleikar við at læra onkran árgang matematikk ella geografi, so er neyðugt at broyta matematisku grundreglurnar og geografiska veruleikan - staðin fyri at bøta um útbúgvingarnar. ?