Eftir at hava starvast á Geografisk Institutt síðan 1971, og sum lektor síðan 1974, er Rolf Guttesen nú farin frá við eftirløn. Í hesum sambandi var móttøka á stovninum fríggjadagin 11. september, har eini 60-70 fólk komin saman.
Hóast Rolf er farin frá í sínum starvi, hevur hann framvegis nakrar tímar sum eksternur lektor á instituttinu, har hann hevur varðveitt eitt arbeiðspláss.
Rolf er føddur í 1943 í Keypmannahavn. Foreldrini vóru: Hedvig og Poul Guttesen. Familjan flutti til Havnar í 1946, har pápin fekk starvs sum býarverkfrødingur. Rolf er uppvaksin úti í Hornabø, hann gekk í gamla kommunuskúlanum (nú býráðið), seinni í realskúla og studentaskúla. Hann tók studentsprógv í 1962.
Sama ár fór hann til Danmarkar at lesa náttúrusøgu og geografi. Hann
arbeiddi fleiri ár sum geologassistentur í Føroyum saman við Andreas Højgaard, Jóannes Rasmussen og Jóhannes Johansen. Hann skrivaði speciali um fólkaflytingar í Føroyum. Í 1969 varð hann liðugur at lesa, og hann tók pædagogikum á Gammel Hellerup Gymnasium sama ár. Hann var vikarur á Niels Steenssens Gymnasium 1970.
Frá 1971 arbeiddi hann sum amanuensis í Kulturgeografi á Geogtrafisk Institut á Københavns Universitet og frá 1974 sum lektor. Áhugaøkir hansara hava verið íbúgvafrøði (demografi), útjaðaraøkir og bygdamenning, Føroyar og fiskarí, vísindateori og filosofi. Seinastu árini tó mest um søguliga geografi í Føroyum, har hann á Skjalasavninum í Havn hevur funnið fjøll av áhugaverdum tilfari, sum enn eingin hevur viðgjørt og skrivað um.
Rolf hevur skrivað hópin av vísindaligum greinum í faktíðarritum, eitt nú danska Danish Journal of Geography. Best kent man vera ta prýðiliga "Topografisk Atlas Færøerne", sum eisini kom í eingilskari útgávu. Hann var við at gera filmin "Kornvelting í Gásadali" saman við Jóan Paula Joensen og Sofus Christiansen (báðir professorar. Hann hevur verið vístur í Sjónvarpinum fleiri ferðir, og sum annars verður brúktur til undirvísing.
Rolf hevur eisini skrivað meginpartin av kapitlinum um Føroyar í bókini "Danmark", sum danska uttanríkisministeriið brúkar sum presentatión av landinum. Hon er komin bæði á eingilskun, týskum, fronskum og sponskum.
Størsta heiður heldur hann tó vera, at Marita Petersen, løgmaður, í 1993, tá kreppan var uppá tað versta í Føroyum, bað hann fara uppí Endurreisingarnevndina, saman við Martin Gaard, revisor, og Eyðun av Rógvu, sparikassastjóra. Við Óla Samró sum skrivara løgdu teir álit fram um kreppustøðuna, og hvat ið var at gera. Flestu framskrivingarnar í hesum áliti vístu seg at vera á góðari leið, og flestøll uppskot vórðu realiseraði av politikarunum.
Seinni árini hevur Rolf skrivað hópin av greinum í Sosialinum, bæði polemiskar greinar um politikk, har hann var ógvuliga kritiskur móti fullveldislandsstýrinum., men eisini greinar um samfelagslig viðurskifti og bæði føroyskan og internationalan búskap.
Fleiri føroysk lesandi hava havt Rolf sum undirvísara og vegleiðara á universitetinum, og hann hevur íðiliga verið brúktur sum censor á øðrum stovnum við sínum serkunnleika í føroyskum og norðatlantiskum vidðrskiftum.
Rolf er giftur við Annu, fødd Dal-Christiansen, úr Havn, sum er stjóri á Frederiksberg Hospital. Saman hava tey synirnar Jón og Janus, sum búgva í Keypmannahavn. Eisini hevur Rolf sonin Bjarka av fyrru giftu, og hann býr á Lanzarote, men fær ofta vitjan av pápanum.









