Urið, sum er eitt Rolex Daytona Cosmograph, varð selt á uppboði hjá Bruun Rasmussen hósdagin fyri 1,7 milliónir krónur. Hetta er dýrasta urið, sum nakrantíð er selt á uppboði hjá Bruun Rasmussen, skrivar Jyllands-Posten.
Eini hjún í Aalborg høvdu átt urið síðani 1971, og í nógv ár hevði urið ligið í einari bankaboks. Hjúnini hildu seg vita, at urið hevði eitt virði á einar 30.000-40.000 krónur. Men tá tey fóru við urinum til serfrøðingarnar hjá Bruun Rasmussen at fáa eina virðismeting, fingu tey at vita, at urið var vert millum 800.000 og eina millión krónur.
Á uppboðssølu hósdagin var áhugin fyri Rolex-urinum so stórur, at hamarslagið fall á 1,7 milliónir krónur, sum er nýtt met fyri eitt ur, ið er selt á uppboði hjá Bruun Rasmussen.
Rolex-samlarar kring allan heimin hava serligan áhuga fyri Rolex Daytona-urinum, sum eisini er kent sum Paul Newman-urið. Urið, sum varð selt á uppboði hósdagin, var í sera góðum standi og var framvegis í upprunaligu eskjuni.