Rólant og Bubu í hopla

Tað var fullur salur í Virkinum á Sandi í gjár, tá klovnurin Bubu vitjaði Hjá Rólanti.

Í samband við, at fyritøkan Sp/f Rólant Vidtfeldt nú hevur 40 ár á baki, verður dagurin hátíðarhildin, bæði fyri børnum og vaksnum.

 

Hátíðarhaldið fyri børnum var í Virkinum í gjár klokkan 17, tá klovnurin Bubu vitjaði. Tað var fullur salur í Virkinum, og umframt frálíka undirhaldið hjá Bubu, nýtti Rólanti eisini høvi at takka øllum oyggjafólki fyri góðan stuðul øll hesi ár.

 

- Fólk í Sandoynni hava verið ógvuliga loyal móti okkara fyritøku - og uttan tykkum - eingin Rólant, segði hann.

 

Í morgun klokkan 10 bjóðaði fyritøkan Hjá Rólant øllum til kransakøku, lagkøku og okkurt ábit, og her verður høvi at heilsa upp á Rólant, familjuna og hansara starvsfólk til klokkan 17 í dag.