Róland Toftum føroyskt met í 50 m bringu

Í morgun setti Róland Toftum føroyskt met í 50 m bringu á innleiðandi riðlunum á føroyameistarastevnu á stuttgeil. Hann hevði tíðina 28.55 og tók harvið gamla met sítt frá mars mánaði við 7/100. Tá var tíðin 28.62.

 

Róland var eisini tilmeldaður til 100 m rygg í morgun, men ta kappingina valdi hann frá fyri at klára metið í 50 m bringu.

 

Í kvøld eru finalurnar, og tá hevur Róland Toftum enn ein møguleika at taka metið.

 

Hetta er fyrsta metið á føroyameistarastevnuni í ár. Rókur Trygvason sett føroyskt juniormet á 200 m bringu fríggjadagin. Hann svam teinin við 2:18.95. Gamla juniormetið var 2:19.37, sum Róland Toftum átti. Tað metið var frá 2015.