Fríggjakvøldið kl. 20:00 verður áhugavert sang- og tónleikamøti á Seglloftinum.
Millum luttakararnar verða Roland Lundgren, ið er kendur frá Curt & Roland, og Ingamay Hørnberg. Hesi fara at greiða frá arbeiðinum hjá Star of Hope, hjálparfelagsskapinum.
Roland Lundgren er vælkendur í Norðurlondum, sum annar sangarin í bólkinum Curt & Roland. Teir byrjaðu at syngja saman í 1965 og hava ferðast saman líka til ár 2000 tá Curt gjørdist álvarsliga sjúkur. Hann doyði í juni í 2009.
Curt & Roland hava givið út 25 plátur. Tríggjar teirra eru spældar inn í Nashville USA, við heimsins bestu countrytónleikarum. Roland hevur fleiri ferðir vitja í Føroyum.
Star of Hope er ein norðurlendskur hjálparfelagsskapur, sum arbeiðir í fýra heimspørtum. Felagið hevur 40 ár á baki.