Rókur Akralíð skoraði eitt mál tá lið hansara, botnliðið í næstbestu donsku hondbóltsdeildini vann ein flottan 27-26 heimasigur á Grindsted, ið er í harðari kapping við Sydhavsøerne og liðnum hjá Róa Berg Hansen, HØJ um at tryggja sær annað og triðja plássið í deildini, og harvið rættin at spæla upp- og niðurflytingardystir móti liðum úr bestu deildini.
HC Odense var á odda 12-10 í steðginum, og tá eitt sindur meir enn tveir minuttir vóru eftir var Odense á odda 27-24. Tá 53 sekund vóru eftir hevði Grindsted minkað um munin til 27-26, men botnliðið megnaði at halda tørn og vinna ein flottan sigur.
Lítið er at ivast í, at Rói Berg Hansen hevur sent Róki Akralíð eina tøkk í kvøld.
22. mars spælir HC Odense móti Roskilde, ið liggur trý stig omanfyri botnliðið, HC Odense. HC Odense hevur fýra stig upp til fjórðaftasta plássið, ið gevur rætt til at spæla upp- og niðurflytingardystir móti einum liði úr triðbestu deildini.
Støðan:
| Nr. | Lið: | Dystir | Stig |
| 1 | HC Midtjylland (Vinnari av deildini og uppflytari) | 22 | 40 |
| 2 | Team Sydhavsøerne | 22 | 31 |
| 3 | HØJ | 22 | 30 |
| 4 | Grindsted GIF | 23 | 30 |
| 5 | IK Skovbakken | 22 | 24 |
| 6 | Otterup HK | 22 | 22 |
| 7 | Ajax | 21 | 19 |
| 8 | TM Tønder | 22 | 18 |
| 9 | HEI, Skæring | 22 | 18 |
| 10 | Odder | 21 | 18 |
| 11 | FIF | 22 | 16 |
| 12 | Roskilde | 21 | 15 |
| 13 | Vendsyssel | 22 | 13 |
| 14 | HC Odense | 22 | 12 |











