Framrættaði miðvallarin hjá HB Rókur av Fløtum Jespersen spælir við HB komandi kappingarár. Tað boðar felagið frá á heimasíðu sínari.
Les eisini: Andrew av Fløtum gevst
Tað hevur annars ljóðað, at Rókur saman við Polu Thomas Dam og Andrew av Fløtum ikki skuldu spæla við felagnum komandi kappingarár. Andrew av Fløtum er givin, meðan Poul Thomas Dam ikki er greiður yvir um kroppurin heldur til Effo-fótbólt. Hann hevur trupulleikar við knænum.
Rókur hevur í nøkur ár ferðast aftur og fram, meðan hann hevur verið undir útbúgving í Danmark. Nú verður Rókur við frá byrjan. Saman við Tróndi Jensen kemur hann helst at mynda miðvøllin. Tað gevur boð um ein miðvøll, sum hevur góðar eginleikar á bóltinum og gott eyga fyri eini avlevering.
Jan Dam, nýggjur venjari hjá HB, hevur fyrr sagt við Sosialin, at felagið leitar eftir einum ella tveimum spælarum afturat.










