Rókur avloysir Jon

Rókur í Jákupsstovu loysir Jon Hestoy av sum formaður í Svimjisambandinum

Eftir at hava røkt formanssessin í Svimjisambandinum í tilsaman fjúrtan ár hevur Jon Hestoy nú lagt frá sær. Hann bað farvæl á aðalfundinum í Svimjisambandi Føroya, sum varð hildin í dag.

Nýggjur formaður er Rókur í Jákupsstovu. Talan er um nátúrligt ættarliðsskiti, tí Rókur hevur verið næstformaður seinastu fimm árini. Í hesum tørninum hevur Jon Hestoy verið formaður  í seks ár.

Eyðun Húsgarð, sum var eykalimur, loysir Rók í Jákupsstovu av sum næstformaður.

Umframt Jon Hestoy fór eisini Hanna í Horni úr nevndini. Nýggj í nevndini er - umframt Eyðun Húsgarð - Katrin Sørensen.