Útróðrarbáturin Líðarbrøður úr Vági hevur gjørt ein sera gíðan túr eftir kalva.
Teir vóru á á Ytrabanka og teir vóru burtur í eina viku.
Burturúr tí fingu teir góð 2,2 tons av kalva, ella 2.266 kilo, fyri at tað skal vera heilt nágreiniligt.
Ein túr frammaundan fingu teir ikki meiri enn helvtina, men tað varð eisini hildið at vera gott.
Teir fingu yvir 50 krónur fyri kilo av sumt av kalvanum og yvir 40 krónur fyri sumt.