Rokskiparin fegnaðist um fongin hjá Víkingi

(Ljóðbrot) Hoyr mergjaðu orðini, sum Arni Hansen, skipari hevði at bera Víkinga-spælarunum

Arni Hansen, sum hevur tikið mong tøk fyri fiskivinnuna her á landi, helt eina stutta og mergjaða heiðursrøðu fyri Víkinga-spælarunum í Sarpugerði ígjár. 

 

Arni valdi at framhevja tað fantastiska samanhaldið, sum er millum Víkinga-spælararnar, og Arni staðfesti, at Tromsø-spælararnir høvdu als ikki sama samanhald, og tað bar sigurin heim hjá Víkingi.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr heiðursrøðuna Arni Hansen helt fyri Víkinga-spælarunum í Sarpugerði í gjár.