Roknskapargreining av fiskiflota og fiskavirkjum 2000-2004

Við eina framløgu á Hotel Hafnia seinnapartin týsdagin legði grannskoðarafelagið, Rasmussen & Weihe, føroyska fiskiskipaflotan undir "lupp"

Fiskivinna

Grannskoðarafelagið, Rasmussen & Weihe, hava gjørt eina roknskapargreining av føroyska fiskiskipaflotanum fyri árini 2000-2004, har felagið við støði í almennu ársroknskapunum umframt eykaupplýsingum hevur greinað roknskapartølini fyri hesi árini.
Á hvørjum ári seinastu árini hevur felagið skipað fyri framløgu av úrslitunum, sum komið er fram til, fyri viðskiftafólkum.
Framløgan av roknskapargreiningini av fiskiskipaflotanum var týsdagin, og aftur í ár var Sosialurin við til framløguna, sum hesaferð var á Hotel Hafnia.
Rasmussen & Weihe hava eisini gjørt eina tilsvarandi roknskapargreining av flakavirkjunum fyri árini 2000-2004, og eisini í hesum førinum byggir greiningin á almenn roknskapartøl umframt eykaupplýsingar frá virkjunum.
Á framløgufundinum týsdagin var størsti denturin lagdur á fiskiflotan, men við endan av fundinum varð tikið saman um gongdina hjá fiskavirkjunum.
Fyri at dekka útreiðslurnar, sum Rasmussen & Weihe hava av greiningini, tekur felagið 4.000 krónur umframt mvg fyri hvørja luttakandi fyritøku, sum við hesum eisini fær skrivligt tilfar útflýggjað, sum lýsir gongdina.
Fyritøkur, sum ikki eru við til framløguna, kunnu fáa tilfarið sendandi, og tá er kostnaðurin eisini 4.000 krónur.
Rasmussen & Weihe bjóða sær eisini at koma á vitjan hjá fyritøkum og halda eina framløgu eftir nærri avtalu við fyritøkuna, og tá er kostnaðurin 12.000 krónur umframt mvg.
Greiningin, sum fevnir um meginpartin av fiskiskipaflotanum, er býtt upp hesar bólkar: 1) Allur flotin, 2) Pelagisk vinna, 3) Rækjuvinna, 4) Verksmiðjutrolarar, 5) Partrolarar, 6) Lemmatrolarar, 7) Línuskip, 8) Garnaskip og 9) Onnur skip.