Roknistykkið hjá BankNordik helt ikki

Í vár boðaði BankNordik frá, at eitt húski við einum láni á einari millión sparir góðar 6.500 krónur, tí bankin lækkaði lægstu bústaðarrentuna; men roknistykkið helt ikki. Tí 18. juni hækkar rentan, sum annars lækkaði við næstan einum procentstigi, upp á 5,1 prosent.

John Rajani, stjóri í BankNordik sær einki galið í, at bankin hesaferð ikki kemur við einum roknistykki, sum vísir, at tað nú verður góðar 2000 krónur dýrari um árið hjá sama húski, ið tekur lán.

- Í hesum førum tosa vit um eina munandi minni broyting, sigur bankastjórin, sum vísir á, at bankin annars vanliga ikki kemur við tílíkum útrokningum; men í vár var broytingin so stór, sigur bankastjórin við Rás 2.

John Rajani heldur ikki, at bankin hevur lokkað fólk at taka lán við skeivum fortreytum, tá bankin í vár kunngjørdi eina rentulækkan, sum seinni vísir seg ikki at halda árið út.

- Avgjørt ikki. Ein og hvør, sum kemur inn til okkum at biðja um eitt lán, fær at nágreiniliga at vita, hvat lánið snýr seg um. Er tað eitt lán við skiftandi rentu, so verður hetta ráðgivið væl og virðiliga, sigur bankastjórin.

Við rentuhækkanini er lægsta rentan hjá BankNordik júst hin sama sum hjá Suðuroyar Sparikassa og Norðoyasparikassa, sum eisini hava 5,1 prosent í rentu.

Eik Banki hevur sostatt lægstu rentu ? við 4,75 prosentum. Men sambært bankastjóranum merkir hetta ikki, at Eik Banki varandi fer at vera ein betri peningastovnur at lána pengar frá.

- Tað kunnu sjálvandi vera periodiskar forskjótingar í prísinum onkuntíð, har vit liggja við lægri rentu, og onkur annar liggur við hægri rentu, sigur John Rajani, sum ikki væntar, at Bank Nordik fer at lækka sína rentu aftur í næstum.