Kári P. Højgaard sigur, at hóast ymsir mátar eru at fíggja nýggjar undirsjóvartunlar upp á, sær hann í hvussu so er eitt fyri sær.
Og tað er, at hetta eru so dýrar verkætlanir, at tað slepst ikki undan, at landið er uppi í. Tað slepst heldur ikki uttan um, at talan er um samhaldsfastar verkætlanir, sum vit øll verða við til at gjalda.
Dýrari at koyra
Ein møguleiki er at leggja allar undirsjóvartunlarnar í eitt felag og at lata inntøkur frá teimum, sum geva avlop, fíggja arbeiðið at gera og reka aðrar tunlar.
Tað merkir so, at gjaldast skal framvegis fyri at koyra ígjøgnum Norðoyatunnilin og Vágatunnilin eftir at teir eru goldnir.
- Í hesum sambandi er tað púra greitt, at jú dýrari tað verður at koyra ígjøgnum tunlarnar, tess minni er samfelagsliga nyttan av teimum, sigur hann.
- Av tí, at almennir tunlar verða munandi bíligari at byggja, fer tað eisini at vera munandi bíligari at koyra ígjøgnum teir.
- Landsverk sigur, at fyri at fáa íløgurnar at javnviga, verður prísurin at ferðast ígjøgnum Eysturoyartunnilin, onkustaðni ímillum 32 krónur og 42 krónur hvønn vegin, alt eftir, hvussu rentan og fíggingin annars verður.
- Verður tunnilin privatur, verður prísurin omanfyri 50 krónur hvønn vegin.
Men verður loysnin hjá Landsverki, við einum Eysturoyartunli við ongari rundkoyring, kann prísurin fara heilt niður á 27 krónur.
67 krónur
Kári P. Højgaard sigur, at verða Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin lagdir í eitt felag, kann ferðaprísurin verða 67 krónur, um so er, at talan verðum eina almenna verkætlan.
- Verða allir tunlarnir, uttan Sandoyartunnilin, lagdir eitt felag, fer tað at kosta 42 krónur at koyra ígjøgnum og verða allir tunlarnir lagdir í eitt felag, fer tað at kosta 59 krónur at koyra ígjøgnum.
Verður talan um eina privata verkætlan, verður prísurin 15-20 krónur hægri.
Men talan kann partvís eisini verða um at útvega fíggingina við at leggja eitt eyka avgjald á brennievni.
- Verður eitt eyka avgjald upp á 75 oyru lagt á brennievni í fimm ár og tunnilsgjaldið verður samhaldsfast upp á 67 krónur fyri allar tunlarnar, ber til at fíggja ein tunnil í Eysturoy og Sandoy, uttan at nerva gjaldførið hjá landskassanum, sigur Kári P. Højgaard.
Í hesum sambandi leggur hann afturat, at skal landið taka lán til slíkar verkætlanir, fer fer umdømi okkara at versna og tað elvir til hægri rentu.
- Tað er eisini ein spurningur, takast má upp í.
Men hann nevnir at enda, at tað er eisini komið upp í kjakið, at seta bummgjald á aðrar tunlar, sum tað nú er ókeypis at brúka, eitt nú Kaldbakstunnilin, fyri at útvega fígging til at byggja samferðslukervið út.
Finna semju
Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, sigur, at hann nú fer at taka spurningin um undirsjóvartunlar upp til politiska viðgerð í eini roynd at finna semju.
Hann staðfestir, at einasta endamálið við kanningini, sum Landsverk og Deloittes hava gjørt, er at gera støðuna upp og at kanna, hvussu ávísir møguleikar ávirka samfelagið og kostnaðin.
Samgongan hevur sett sær fyri at gera eina langtíðarætlan fyri, hvussu samfersðlukervið skal byggjast út hesi næstu 12 árini og hetta arbeiðið fer hann nú seta hol á.
Hann staðfestir sostatt, at enn er ongin politisk avgerð tikin yvirhøvur.
Tí harmar tað hann, at tað koma so avgjørdar fráboðanir frá borgarstjórum í Vágum og í Norðoyggjum, sum ikki vilja hoyra talan um, at tey skulu halda fram at gjalda fyri at brúka tunlarnar, eftir at teir eru útgoldnir
- Í hesum sambandi nyttar ikki at hugsa lokalpolitiskt burtur av, tí talan má vera um eina samhaldsfast loysn, annars er ongin møguleiki, sigur Kári P. Højgaard.
Les eisini greinina: Undirsjóvartunlar fyri 1,7 milliard í eygsjón










