Roknimeistarin er aftur úti

Helgi Abrahamsen

So var Høgni Hoydal aftur úti við einari av sínum fantastisku frágreiðingum um sjálvberandi búskap.

Í eini blaðgrein seinasta fríggjadag mælti Høgni Hoydal til, at sjálvberandi búskapur “aftur” verður settur í hásæti. Orðið “aftur” ber boð um, at skrivarin heldur, at hetta fyribrigdið onkuntíð fyrr hevur verið galdandi í Føroyum, og sum eg skilji á greinini, so skal hetta hava verið í farna valskeiði.

Høgni sigur millum annað um farna valskeið, at heildarveitingin úr Danmark minkaði, skuld varð niðurgoldin og peningur varð spardur upp í Landsbankanum.

Almennu tølini siga nakað annað
Men hvat siga almennu roknskapartølini um sjálvberandi búskap í farna valskeiði? Talvan niðanfyri vísir, at øll árini frá 1998 til 2003 var avlopið hjá landskassanum munandi minni enn heildarveitingin úr Danmark. Tað vil siga, at um Karsten Hansen ikki fekk heildarveitingina, so hevði landskassin havt stórt undirskot longu áðrenn nakar avdráttur av lánum var goldin. Eingir pengar høvdu verið at goldið skuld við, og heldur einki hevði verið at spart upp í Landsbankanum um heildarveitingin ikki var.

mió. krónur199819992000200120022003Avlop íroknað blokkstuðul47264860269719123Blokkstuðul920945973995629632Úrslit uttan blokkstuðul-448-297-371-298-438-609
Um tað er hetta “blokkfíggjaða undirskotið” á tilsamans næstan 2,5 milliardir krónur í seks ár, sum Høgni Hoydal kallar sjálvberandi búskap, so haldi eg at orðið “sjálvberandi” er sera misvísandi.

Og minst til - hetta var í góðum tíðum, meðan pengarnir fløddu inn í landskassan.