Leiðslan í norska felagnum Start hevur gott mót til landskappingina í ár, hóast tað hevur gingið illa hjá felagnum seinastu vikurnar. Venjingardystirnir og dystirnir í Royal League hava ikki spælt av, sum Start kundi ynskt sær, og skaðar, sjúka og aðrir trupulleikar hava eisini verið í hópinum, har Todi Jónsson er ein av spælarunum. Men leiðslan í felagnum hevur ikki mist mótið av hesum.
Stjórarnir Erik Solér og Ernst Ravnaas halda, at Start fer at vinna heiðursmerki aftur í ár, hóast útlitini ikki eru tey bestu.
Vit hava eina góða útgangsstøðu, og vit fara at hava eitt sera gott kappingarár, heldur Erik Soler.
Truplar tíðir styrkja teg. Hetta hava vit upplivað sum leiðsla, og tað fara spælararnir eisini at upplivað í ár, sigur Ravnaas við Fedrelandsvennen.