Rokna við at Schumacher gevst

Stórur spenningur er til Formil 1 kappkoyringina á Monza-breytini sunnudagin. Tað er ikki bara orsaka av sjálvari kappingini, at spenningur er, men eisini tí, at fleirfaldi týski heimsmeistarin Michael Schumacher fer at hava eina fráboðan um sína framtíð. Týska blaðið Bild Zeitung gitar í dag, at Schumacher fer at boða frá, at hann gevst at koyra Formil 1 eftir ársins kapping. Ferrari hevur roynt at fingið Schumacher at leingja sín sáttmála, men higartil hevur hann ikki vilja tosa um sína framtíð í Formil 1. Tað ger hann sunnudagin.