Tað kemur ikki óvart á vatnmeistaran, at vatnskaðar hava verið fleiri staðni í høvuðsstaðnum seinastu dagarnar.
Vit noyddust at hækka vatntrýstið og vit vistu, at hetta kundi elva til vatnskaðar, sigur Janus Sørensen, vatnmeistari.
Vatn í jólagávu
Vatnverkið hevur nevniliga vaksið um trýstið við einum góðum kilo, fyri at øll skulu hava eitt nøkulunda vatntrýst. Orsøkin er, at brunnurin í Villingardali er nærum tómur, og størsti parturin av Tórshavnar kommunu fær nú vatn úr Havnardali.
Vatnstandurin er vaksin ein góðan hálvan metur í Havnardali, men í Villingardali er sama skil. Hesin verður neyvan fyltur fyrr enn til jóla, sigur vatnmeistarin.
Einasta loysn
Brunnurin í Havnardali liggur á 163 metra hædd, og hevur eitt trýst á sekstan kilo. Men vanliga fer vatnið úr brunninum umvegis reinsiverkið, sum liggur einar tólv metrar lægri. Ymsa staðni á vegnum oman eru eisini trýsttemjarar.
Hesir syrgja fyri, at trýstið er á leið eini trý kilo til eitt vanligt húsarhald, sigur vatnmeistarin.
Men nú er reinsiverkið frákoplað, og vatnið verður latið beinleiðis úr byrgingini. Hetta hevur so ført við sær eitt hægri trýst.
Skuldu vit veita øllum húsarhaldum eitt nøkulunda trýst, so noyddust vit gera á henda hátt. Og vit vistu, at hetta kanska fór at elva til nakrar trupulleikar, sigur Janus Sørensen, vatnmeistari.









