Nú hevur Annika Olsen lagt uppskot fyri Løgtingið, sum skal tryggja, at inntøkan hjá hjúnafelaga skal ikki fáa ávirkan á pensjónina hjá fólkapensjónisti.
Annars legði hon fyri stuttum eitt uppskot fyri Løgtingið, sum miðjaði ímóti tí beint øvugta. Men tað elvdi til so harðan orðadrátt í Løgtinginum, sum sjáldan fyrr og endin var, at hon tók upskotið aftur við tí endamáli at leggja eitt nýtt uppskot fram, sum segði, at inntøka hjá hjúnafelaga skal ikki mótroknast í fólkapensjónini.
Annika Olsen sigur, at tað skal ikki vera ein fíggjarligur vansi fyri eini hjún, at annar at annar hjúnafelagin er á arbeiðsmarknaðinum, hóast hin hjúnafelagin er pensjónistur.
- Tá fær pensjónisturin í ringasta føri bert grundarupphædd og samhaldsfasta.
- Við hesum lógaruppskoti verður inntøka hjá hjúnafelaga, ið ikki sjálvur er pensjónistur, ikki longur roknað upp í inntøkugrundarlagið hjá pensjónisti tá ið vanliga viðbótin skal roknast út.
Hereftir verður tað bert mótroknað, tá ið báðir hjúnafelagarnir eru pensjónistar.
Hetta fer at kosta landskassanum minst seks milliónir, kanska 11 milliónir tí fleiri fólkapensjónistar hava ikki upplýst sína egininntøku ella inntøku hjá hjúnafelaga, sum ikki er pensjónistur.
Landsstýriskvinnan sigur, at tað er stórur munur á, hvørjar fíggjarligar avleiðingar uppskotið hevur fyri einstaka pensjónistin.
Í November vóru tað 751 fólkapensjónistar, sum vóru giftir við hjúnafelaga, ið ikki er pensjónistur, og av teimum búgva 670 í Føroyum.
176 av teimum fáa tað sama aftaná broytingina, tí tey hava so høga egininntøku, at tey ikki fáa viðbótina útgoldna.
178 av teimum hava ikki upplýst skattskyldugu inntøkuna, og fáa tí bert grundupphæddina útgoldna, sum er. Tey fáa tað sama aftaná broytingina, um ikki teirra inntøkuviðurskifti merkja, at tey fáa rætt til upp til fulla viðbót.
39 av teimum fara at fáa fulla viðbót og 74 fara at fáa ímillum 1.000 kr. um mánaðin og fulla viðbót.
Samstundis fara 182 pensjónistar at fáa frá einari krónu upp til 1.000 kr. meira um mánaðin.
Hinvegin fara 16 pensjónistar at missa upp til 1000 krónur um mánaðin og fimm fara at missa ímillum 1000 og 1300 krónur um mánaðin.
- Orsøkin til, at 21 pensjónistar fara at missa í inntøku, er, at tey hava eina egininntøku, sum ger, at tey ikki fáa ágóðan av bert at verða mótroknað í helvtini av samlaðu inntøkuni.
Tá ið tað er pensjónisturin, sum hevur inntøkuna, og hon nú ikki longur verður býtt í tvey, er skjótari at fara upp um frádráttarmarkið á uml. 61.000 krónur. Og tað, sum fer upp um markið, verður mótroknað við 60 oyru í viðbótini av hvørjari krónu.
So eru 81 fólkapensjónistar eftir, sum búgva uttanlands og teir fáa allir at fáa tað sama ella meira aftaná broytingina, sigur hon.









