– Vit eru av teimum fáu bólkunum frá 80'unum, sum einki gjørdu burtur úr tí váta slagnum.
Tað segði trummusláarin í Twisted Sisters, A. J. Pero, við Barbaru Holm á Rás2. Hann segði eisini, at hann ætlar sær at keypa hús í Føroyum – og at gerast fiskimaður.
Teir lata annars væl at vitjanini í Føroyum.
– Vit høvdu eina fantastiska uppliving í Føroyum og takka fyri ótrúligu móttøkuna, vit fingu, siga teir í eini heilsan, nú teir eru farnir avstaðaftur.
– Vit vistu púrt einki um Føroyar, tá vit játtaðu at koma at spæla á Summar Festivalinum. Vit vistu ikki, hvat vit skuldu vænta okkum av Føroyum, men vit eru púra bergtiknir av tykkara vakra landi og blíða fólki. Vit høvdu eina fantastiska uppliving í Føroyum og takka fyri ótrúligu móttøkuna, vit fingu. Vit hava ferðast um allan heimin, men vit hava ongantíð upplivað nakað líknandi, sum vit upplivdu í Føroyum. Takk til øll, sum gjørdu okkara ferð ógloymandi. Takk fyri, at tit vildu hava okkum á vitjan og at spæla fyri tykkum. Tit hava vunnið okkara hjørtu. Vit síggjast!
Hoyrið samrøðuna hjá Barbaru Holm við Dee Snider við at trýsta á pílin undir myndini.