Rokk-legenda spælir í Vestmanna

1.mai spælir Ken Hensley í Vektarbúðini í Vestmanna. Ken Hensley er víðagitin fyri sítt virksemi í 70´ara rokkbólkinum, Uriah Heep

1. mai er ímyndin av altjóða arbeiðadegnum. Dagurin, har løntakarar í øllum heiminum leggja arbeiðið til síðis, til tess at stríðast fyri lønarviðurskiftum, frítíð og tryggum arbeiðsumstøðum. Ella dagurin, har løntakarar revsa politikararnar fyri at misrøkja embæti sítt, eins og donsk mótmælisfólk gjørdu móti forsætisráðharranum í fjør. 

 

Mett verður, at 1.mai var størstur í 1970´unum. Tað var rokktónleikurin eisini. Ein teirra, ið luttók í tunga rokkrákinum í 1970´unum var enski Ken Hensley og bólkur hansara, Uriah Heep. Uriah Heep hevur givið út rokkperlur, eins og »Lady in Black, Easy Livin´, Stealin, Look at yourself, Free me, July morning« og so framvegis. Bólkurin hevur selt yvir 40 milliónir eintøk kring heimin. Ken Hensley fer at hátíðarhalda altjóða arbeiðaradagin í Vektarbúðini í Vestmanna, har hann fer at hava eina sokallaða »unplugged« konsert.  

 

Konsertin verður í Vektarbúðini 1.mai klokkan 19.30. Rúm er fyri 55 fólkum í Vektarbúðini. Um ein hevur hug at uppliva eina rætta rokk-legendu, kunnu atgongumerkir keypast á kommunuskrivstovuni í Vestmanna. Kostnaðurin fyri konsertina er 200 krónur. Til ber eisini at hoyra Ken Hensley og hansara »Classic Rock Show« í Dansifrøði 3. mai. Kostnaðurin fyri ta konsertina er 350 krónur.