Rokið í Sjálvstýri er ikki eitt stríð ímillum Havnina og bygdirnar

– Tað er ongantíð ynskilit at tað er rok í flokkinum, men hetta er ein spurningur um politikk, sigur Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýri

– Tað er aldrin ynskiligt at hava rok í flokkinum, men hetta er ein spurningur um at hava ein eintýðugan boðskap.

Tað segði Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýri við FM1 nú í kvøld, og tað sigur hann, nú eitt rættiliga rokaligt vikuskifti hjá flokkinum er farið aftur um bak.

Sjálvstýri hevur havt landsfund við Gjógv, og eftir fundin komu eini almenn boð um, at Bjørn á Heygum í Havn umboðar ikki sjónarmið floksins úteftir, og hann sleppur heldur ikki at stilla upp fyri flokkin.

Tað heilt sermerkta við hesi kunngerðini, er, at Bjørn á Heygum er formaður í Streymoyar Sjálvstýrisfelag.

Men hann hevur ikki dult fyri, at hann er ósamdur í førda politikkinum hjá flokkinum, tí hann sigur, at Sjálvstýri er vorðið ein lokalflokkur í Klaksvík og røkir lokalpolitikk burtur av, uttan at hugsa um restina av landinum. 

Hann hevur eisini tikið undir við, at Magni Laksáfoss, uttanflokkatingmaður, verður limur í Sjálvstýri, men tað vann ikki frama.

Í kjalarvørrinum á hesi fráboðanini frá landsfundinum, gjørdi Hans J. Hermansen í Havn av at siga seg úr flokkinum. Hann segði, at tað var ein tung avgerð, tí hann hevur verið sjálvstýrismaður tað mesta av sínum vaksna lívi. 

Og í sama viðfangi gjørdi hann vart við somu sjónarmið, sum Bjørn á Heygum. Hann er eisini rættilig misnøgdur, at Sjálvstýri ikki tók av møguleikanum at fara upp í samgonguna, tí eitt landsstýrisfólk úr Suðurstreymoy kundi styrkt flokkin munandi í Suðurstreymoy, har tað annars er at kalla øskukalt hjá Sjálvstýrinum.

Men Jógvan Skorheim vísir á, at á landsfundinum varð hann afturvaldur til formann. Hann vísir eisini á, at samstundis hevur landsnevndin hjá flokkinum tikið nøkur stig fyri at tryggja, at boðskaðurin frá flokkurin, úteftir, er eineintýðugur.

Hann vísir aftur, at talan er um eitt stríð ímillum Havnina og bygdirnar. Hann sigur, at hetta er eina og aleina ein spurningur um politikk, og um at vera trúgvur ímóti flokkinum.

Hann sigur, at sum floksformaður hevur hann lagt eina linju fyri flokkin, sum hann heldur, at undirtøka er fyri, tí floksins politikkur er, at vinnan skal hava tryggar umstøður, at vit skulu hava sterkar, sosialar skipanir, men at sjálvræðið verður í miðdeplinum.

Hann ásannar, at tað er ongantíð ynskiligt, at tað er rok í flokkinum, og hann vónar, at stríðið nú er lagt aftur um. 

Og samstundis er hann sannførdur um, at flokkurin verður sterkur, nú valið er í hondum, og at tað verður politikkurin, sum verður avgerandi fyri veljaran og ikki ósemjurnar.