- Her er fínasta veður og rokfiskiskapur, sigur Hjaltur Poulsen, skipari á frystilínuskipinum Ågot, sum er byrjaður at fiska á Flemish Kap.
Tað var mikudagin í hesi vikuni, at fyrsta føroyska línuskipið kom á línuleiðirnar á Flemish Kap. Ågot, sum loysti í Føroyum 2. jóladag, hevði eina góða ferð vestur um hav, og teir settu ætlandi fyrstu ferð mikudagin.
Í kvøld, tá In.fo royndi at fregnast, hvussu fiskiskapurin higartil hevur vignast, fingu vit bara í stuttum at vita, at á Flemish Kap er rættiligur rokfiskiskapur.
- Vit klára ikki at frysta undan so góð, sum veiðan higartil hevur verið. Tí liggja vit nógv stillir í løtuni, sigur Hjaltur Poulsen í stuttari viðmerking fyri løtu síðan.
Fimm onnur føroysk línuskip eru á veg vestur á Flemish Kap. Skipini eru ísfiskalínuskipið Váðasteinur og frystilínuskipini, Stapin, Kambur, Klakkur og Eivind.
- Men, í løtun eru vit einsamallir her yviri, sigur skipari á Ågot at enda.