Rokfiskarí í Barentshavinum

Sjúrðarberg er í morgun komin aftur á vánna í Klaksvík, og Akraberg er á veg á Fuglafjørð

Tað gongur ógvuiga væl hjá føroysku trolarunum í Barentshavinum. Í morgun var Sjúrðarberg aftur á vánni í Klaksvík. Tað vóru 23 dagar frá tí, at teir loystu, og inntil teir fríggjakvøldið í síðstu viku – 23. juni - fóru at sigla heim. Sjúrðarberg er fullfermdur. Í lasini eru 750 tons av avhøvdaðum og heilfrystum. Tað mesta er toskur.

Skipari henda túrin er Ásmund Olsen.

 

Sjúrðarberg hevur síðani 20. apríl ella í tveir mánaðir gjørt tveir túrar í Barentshavinum. Samlaða veiðan hesar báðar túrarnar er omanfyri 1500 tons.

 

Akraberg loysti av Fuglafirði fjórða juni, og í dýrdarveðrinum í morgun er hann komin undir oyggjarnar og stevnir inn á Fuglafjørð við fullari last - 900 tons.

Skipari á Akraberg henda túrin er Eyðun á Berg.

 

Gadus og Enniberg, sum loysti av Havnini næstsíðsta leygardag, eru í Barentshavinum.