Talan var um ein rættuliga rokutan dyst, tá ið bestu kvinnuliðini hjá Søljuni og Stjørnuni brustu saman á Giljanesi mikukvøldið. Ikki tí, Stjørnan hevði munin at kalla allan dystin, og sigurin hjá klaksvíkskvinnum var ongantíð í vanda.
Hótti við at taka liðið av vøllinum
Tað vóru serliga tær í Stjørnuni, sum vildu verða við, at heimaliðið fekk loyvi til at spæla alt ov hart. Venjarin hjá Stjørnuni, Rógvi Nielsen, sigur, at eftir hansara tykki var talan um ein ómetaliga hart leiktan dyst, har tað uttan nakað kundi verið givin eini 5 ella 6 reyð kort.
- Fyri mær tykist tað sum um, at nú FM er avgjørt, so eru dómararnir farnir í summarfrí. Vit vilja tó framvegis betra okkum, og hóast vit ikki gerast meistarar, so ætla vit okkum at tapa meistaraheitið við maner, sigur Rógvi Nielsen.
- Í nógvum førum var talan um veruligan bardaga úti á vøllinum, uttan at tað fekk nakrar avleiðingar, sigur venjarin hjá Stjørnuni.
Eftir ein tilburð í seinna hálvleiki, har ein av leikarum hjá Stjørnuni meiddi seg eitt sindur, segði Rógvi Nielsen við dómararnar báðar, at um hetta ikki bleiv steðgað, so fór hann at taka liðið hjá sær av vøllinum.
- Eg hótti við at taka liðið av vøllinum, tí eg stúrdi fyri heilsustøðuni hjá mínum leikarum. Søljan fekk loyvi til at spæla so mikið hart, at tað var vandi fyri, at spælararnir hjá okkum fingu álvarsligar skaðar, um dómararnir ikki steðgaðu harða spælinum, sigur Rógvi Nielsen.
Stjørnuleikari meldaður til kappingarnevndina
Eingi reyð kort vóru tó havd á lofti, men eftir at dysturin var lokin var ein tilburður, sum hevur við sær, at ein av leikarunum hjá Stjørnuni er meldaður til kappingarnevndina. Sambært øðrum dómaranum, Dánjal Samuelsen, snýr tað seg um, at viðkomandi spælari kropsliga gjørdi seg inn á ein av leikarunum hjá Søljuni, og harumframt munnliga hótti leikaran hjá Søljuni.
Kappingarnevndin hjá HSF skal nú taka støðu til málið, og tað man verða lítið at ivast í, at viðkomandi leikari kann vænta sær leikbann í nakrar dystir.
Søljan-Stjørnan 23-31(14-19)
Søljan: Lina Andriulyte 5(1), Hertha J. Simonsen 4, Heidi Maria Akselsen 3, Sólja Jóanisdóttir 3(1), Fía Selma Nielsen 2, Kristianna Petersen 2, Nicoleta Radu Hansen 2, Arnleyg Haraldsen 2
Stjørnan: Alina Olaru 7(4), Anna Kristian Samson 6, Una Olsen 5, Bára Skaale Klakstein 5, Katarina Stjepanov 5, Joan M. Djordjevic 2, Annika Ljósstein 1
Brotskøst: Søljan 2(2), Stjørnan 4(4)
Útvísingar: Søljan 4, Stjørnan 2
Dómarar: Kristian Johansen og Dánjal Samuelsen
Áskoðarar: 59