Rokast í makreli á Vágsfirði

Seinastu vikuna hevur verið rættiligt makrelrok á Vágs- og Lopransfirði, veit Suðurrás at siga.

Bátar hava ligið á fjørðinum og fiska makrel, samstundis sum stórar fjøldir av børnum, ungum og vaksnum hava staðið á keium og grótkastum við tráðu.

Eisini í góðveðrinum seinnapartin í gjár stóðu nógv fólk á grótkastinum í Lopra og fiskaðu makrel.

Alla vikuna hava fólk sæð stórar makrel-torvur heilt inni í botninum á Vágs- og Lopransfirði. Samstundis hava stórar torvur av silvurmurti verið inni á firðunum og eru tað helst hesir, sum draga makrelin inn á firðirnar.

Fríggjadagin fingu tey eisini nakað av toski heilt inni við keiina í Lopra. Og mitt í øllum rokanum var ein stórhvalur, helst ein sildreki, vilstur inn ímóti landi innanfyri grótkasti í Lopra, skrivar Suðurrás.

(Mynd: suðurras.fo)