Rokan í Havn og friðarligt í Klaksvík

Rok og brot hevur verið á skránni hjá løgregluni í høvuðsstaðnum, meðan tað hevur verið stak friðarligt í Klaksvík, hóast nógv fólk og ferðsla hava sett dám á vikuskiftið har.

Vikuskiftið hevur verið rættiliga ófriðarligt í Havn, og løgreglan hevur avgjørt ikki sitið hendur í favn.
 
Fríggjamorgunin varð ein maður tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka. Seinni vísti tað seg somuleiðis, at hann hevði stolið bilin, sum hann koyrdi.
 
Fríggjakvøldið klokkan 23 var eitt ferðsluóhapp í Kaldbak. Tá løgreglan kom á staðið, lá bilurin á takinum, men hóast hetta spurdist eingin fólkaskaði burtur úr óhappinum. Maðurin varð tikin við á løgreglustøðina í Havn og síðan skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.
 
Hurlivasi á Nabb
Leygarmorgunin endaði alt í einum ruðuleika uttan fyri ítróttahøllini á Hálsi í Havn. Klokkan tvey var bardagi á skránni, og ein ungur drongur var til miklan ampa fyri fólk á staðnum. Drongurin vildi ikki práta við løgregluna og varð tískil tikin við á støðina. Í hesum sambandi gjørdist ein vinmaður í øðini og hótti ein løgreglumann:
- Hesa hendingina hava vit tikið í stórum álvara. Drongurin er avhoyrdur og skuldsettur. Leggjast kann somuleiðis afturat, at báðir dreingirnir vóru avbygdarmenn, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.
 
Stungin við knívi
Um sama mundið vóru aðrir bardagar á skránni uttan fyri ítróttahøllina. Ein drongur varð stungin við knívi í lærið av einum 15 ára gomlum dreingi. Í hesum sakarmálinum er kriminalløgreglan og barnaverndin komin upp í málið. Drongurin, sum varð stungin, varð alt fyri eitt koyrdur á skaðastovuna og varð heftur saman aftur við pentum.
 
Umframt hesar hendingarnar hevur herverk verið í miðbýnum í Havn, og ein bilur varð meldaður, tí fleiri ungdómar hingu út gjøgnum vindeygað á bilinum, meðan bilførarin koyrdi runt í miðbýnum. Sjálvur bilførarin var edrúur og fekk eina átalu fyri hendingina. Somuleiðis hevur húsaófríður verið Millum Gilja í Hoyvík:
 
- Alt í alt hava vit havt tríggar menn á støðini, ið eru tiknir fyri rúsdrekkakoyring, fýra liggjandi gestir í kjallaranum og hava verið boðsendir fleiri ferðir til húsófrið og herverk á bilar og hús, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.
 
Friðarligt í Klaksvík
Nógv ferðsla og sera nógv fólk hava sett dám á vikuskiftið í Klaksvík, men higartil sær tað út til, at fólk hava tikið boðini frá løgregluni um at ansa sær til eftirtektar.
- Sjálvandi fekk eingin koyrt skjótt, men ferðlan gleið spakuliga og væl, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Klaksvík.
 
So hóast nógv fólk og nógvir bilar hava verið í Klaksvík, hevur vikuskiftið rætt og slætt verið sera friðarligt. Leygarmorgunin klokkan 3.30 orkaði ein maður ikki at bíða longur og sníkti seg við bili gjøgnum tunnilin, hóast hann enn ikki var latin upp. Maðurin varð tikin alt fyri eitt, og seinni varð tað staðfest, at maðurin somuleiðis var ávirkaður av rúsdrekka. Leygarmorgunin var somuleiðis okkurt smávegis innbrot í KÍ høllini. Innbrotsmenninir brutu eina hurð upp og sluppu inn á skrivstovuna, men har var einki at stjala, og fóru menninir tískil snópisliga við tómum hondum út aftur.
 
Leygarkvøldið vóru flest fólk í Klaksvík, men tá var tað somuleiðis sera friðarligt. Okkurt smávegis herverk var á skránni, og ein maður varð tikin at koyra við kenning. Maðurin koyrdi undan løgregluni, men varð at enda fangaður av hundabilurin hjá løgregluni. Um hundurin ikki hevði funnið mannin, hevði løgreglan ongantíð komið fram á gerningsmannin:
 
- Um hugsað verður um øll fólkini, sum hava verið í Klaksvík, hevur alt spælt sera væl av, og vit lata ótrúliga væl at vikuskiftinum. Tað er avgjørt gleðiligt at síggja, at tað ber til at verða so friðarligt, hóast nógv fólk eru saman, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Klaksvík.