Tað er rok í næstbestu og triðbestu deildini í Italia, eftir at næstbesta deildin fyribils er niðurløgd. Tað byrjar alt við, at trý feløg í summar eru farin á heysin, og tí eru bara 19 lið í Seriu B. Tað skuldu verða 22.
Tí hava fleiri feløg í Seriu C, sum er triðjbesta deildin, kært italska fótbóltssambandið, tí tey meta seg hava rætt til at spæla í Seriu B, tá trý feløg eru farin á heysin og ikki luttaka.
Ein kærustovnur hevur givið feløgunum í Seriu C so mikið av viðhaldi, at Seria B fyri fyribils niðurløgd. Italskir miðlar skriva, at tað verður ein avgerandi funfur fríggjadagin, har støða skal takast til, um tað skulu verða 22 ella 19 feløg í Seriu B.
Tað kann mangan verða rokaligt í føroyska fótbóltsheiminum, men sjáldan – um nakrantíð – hevur tað verið eins rokaligt sum í Seriu B í løtuni.