Rokaligt hjá politinum

Tað hevur verið rættiliga rokaligt hjá okkum, men einki heilt álvarsligt mál hevur kortini verið

Tað hevur verið rættiliga rokaligt hjá okkum, men einki heilt álvarsligt mál hevur kortini verið.

 

Tað sigur vakthavandi hjá politinum nú í morgun.

 

Hann sigur, at teir 14 limirnir úr Sea Shepherd, sum politiið tók i gjár, fær hann einki sagt um, men at eitt mál um harðskap møguliga fer víðari.

 

Talan var um tveir mans, sum gjørdust ósamdir, og at annar endaði í brummuni hjá politinum í Klaksvík.

 

Annars verður sagt, at nógv fólk hevur erið í býnum í nátt.