Rok við Margáir: Hjálpardómari endaði í rokinum

Rói H. Olsen úr EB/Streymi og Niels Pauli Danielsen úr Skála blivu báðir útvítir

Leygardagin spældu EB/Streymur og Skála venjingardyst við Margáir. Eina løtu í seinna hálvleiki bleiv tað rokaligt á vøllinum, tá tað bleiv ilt millum Rói Olsen hjá EB/Streymi og Niels Paula Danielsen hjá Skála. Tað endaði við, at teir fingu eitt reytt kort í part.

Brot úr grein í Sosialinum í dag 

Sermerkt við hendingini er, at hjálpardómarin, Vinjard Dam, stóð beint við hendingina og royndi at koma í millum, men tað sá nærmast út til, at hjálpardómarin og Niels Pauli Danielsen endaðu í hornatøkum eina løtu. Fleiri spælarar vóru skjótir á staðið og rokið legði seg.

- Eg eri harmur um støðuna, sigur Vinjard Dam við ÍtróttarSosialin.

Viðmerkingar frá Jákup Martini Joensen, venjara hjá EB/Streymi, og Bill M. Jacobsen, venjara hjá Skála, í blaðnum í dag.

Keyp Sosialin á netinum við at trýsta HER

Les eisini um Klasvíkskappingina, steypafinalurnar í flogbólti og stríðið um FM-plássini í hondbóltinum.