Í nátt sótu tveir útlendingar, sum sigla við linubátinum Polarstjørnuni, umborð og ballaðust, og tað endaði við roki.
Onkur, sum kom framvið, sá ein mann á brúnni í Klaksvík standa og bløða, og tað fekk politiið boð um.
Politiið fór við manninum á skaðastovuna. Hann segði, at hin maðurin umbroð hevði skallað seg.
Samstundis varð hin maðurin tikin. Hann hevði eina heilt aðra søgu at siga, tá ið hann í morgun varð avhoyrdur.
Fleiri útlendingar sigla við føroyskum skipum, og flestu teirra gista umborð, tá ið skipini eru inni.










