Rok um prest í Klaksvík

Biskupur sigur, at trupulleikar eru við bústaðarviðurskiftum, tænastubýtinum ímillum prestarnar og drykkjuskapi

 

Magnus Brahé Jørgensen, sóknarprestur í Klaksvík, hongdur í einum klønum tráði.

 

Í brævi, sum er komið okkum í hendi, hevur biskupur boðsent Magnus Brahé Jørgensen til fundar í næstu viku at viðgera trupulleikarnar.

Og biskupur miðar eftir at finna eina endaliga loysn á málinum, sum hann málber seg.

 

Í fundarinnkallingini til Magnus Brahé Jørgensen, staðfestir biskupur, at hann hevur fingið skriv úr Klaksvík um ymsar trupulleikar, serliga um trupulleikar í samband  við tignina í sambandi við prestastarvið

 

- Tygum kenna málið, ið tygum hava viðgjørt saman við Dómprósti Føroya, sigur biskupur við prest
 
Biskupur sigur, at hann hevur áður tosað við prest um hetta mál, og hann hevur enntá sent presti hoyringsskriv, men prestur hevur víst øllum aftur


Talan er eftir øllum at døma um eitt gamalt mál, tí biskupur tók málið upp longu í 2008, sigur hann.


Talan er um trý viðurskifti, trupulleikar standast av. Talan er um Bústaðarviðurskifti, tænastubýtið millum prestarnar og rúsdrekka og biskupur sigur, at hann miðar eftir at finna eina endaliga loysn á málinum.

Tað kundi bent á, at prestur lenar seg upp at eini uppsøgn.


Magnus Brahé Jørgensen hevur verið burturstaddur í eina tíð og skuldi byrja aftur í starvinum í dag.

Men biskupur mælir honum frá at fara til arbeiðis fyrrenn fundurin hevur verið tann 1. juli.

 

Og á fundinum mælir hann prestinum til at hava hjásitara við, eitt nú formannin í prestafelagnum.

 

Um eina løtu hava vit eina viðmerking frá presti