Rok um hallarvarparan

Ilt kom í VB-áskoðarar, tá hallarvarparin í KÍ-høllini gjørdist heldur partískur móti dystarenda

Tað hevur sett sín dám á hondbóltsdystir í Føroyum, at fleiri feløg nú nýta hallarvarpara at eggja áskoðararnar undir dysti. Ikki minst hevur Stjørnan slóðað fyri á hesum øki, har slíkur varpari hevur verið siðvenja nú í fleiri ár.
Leygardagin var tó um reppið, at varparin kom heilt illa fyri. Fyrst og fremst, so var tað kanska sjálvgjørt, tí ein aðalregla fyri varpararnar er, at hesir ikki einvíst skulu stuðla øðrum liðnum. Og at teir sjálvandi skulu eggja áskoðarunum, men ikki sjálvir vera við til at rópa á spælararnar.
Men tann reglan varð brotin í Klaksvík.
VB vann sær brotskast, tá góðir tveir minuttir vóru eftir at spæla. Fekk Gurið Mortensen bóltin í málið, minkaði munurin til 24-21. Meðan Gurið ger seg til at skjóta, byrjar varparin sjálvur at heppa á Stjørnuna við taktføstum »Agne, Agne« rópum til Stjørnu-málverjan.
Ivaleyst órógvaði hetta eisini Gurið, og í øllum førum misnýtti hon møguleikan. Og tað bar eisini við sær, at ein ovurtendraður VB-áskoðari vildi hava fatur á hallarvarparanum. Úrslitið var ein skræddur vestur, og tó at einki meira álvarsamt – tíbetur – stóðst av hesum, so kámaði tað eitt sindur yvir intensu hondbóltsuppgerðina í høllini.
Tí sjálvandi er tað ikki í lagi, at hallarvarparin ber seg soleiðis at. Og helst áttu dómararnir at reagerað, so Gurið fekk betri frið til brotskastið. Men at áskoðararnir soleiðis fremja sjálvjustits, er so avgjørt heldur ikki nøkur gongd leið.