Ígjár spældu Arsenal og Hull seinastu fjórðingsfinaluna í FA Cup kappingini á Emirates Leikvøllinum í London. Arsenal vann 2-1, hóast Hull stríddist manniliga.
Aftaná dystin var venjarin hjá Hull, Phil Brown dansandi óður. Ikki bara orsaka av tapinum, ella sigursmálinum hjá Arsenal, sum mong mettu verða offside. Phil Brown heldur nevnliga, at Arsenal-spælarin, Cesc Fabregas spýtti á hjálparvenjaran hjá Hull, Brian Horton í spælaratunnelini aftaná dystin.
- Tú veitst, at tú fært tað ikki lætt, tá tú kemur til Emirates Leikvøllin. Men at Cesc Fabregas spýtir á hjálparvenjaran hjá mær, sigur alt um Arsenal. Sigur ein illur Brown við bretsku sjónvarpsstøðina, Setanta Sports.
Spurdir um leiðslan í Hull ætlar at gera nakað við málið, svarar Brown: - Tað er upp til Brian Horton. Venjarin hjá Arsenal, Arsene Wenger sigur seg einki vita um, at Fabregas skal hava spýtt á Horton.
- Hetta er nýtt fyri mær. Eg veit einki um hetta, sigur Wenger við Setanta Sports. Um tað er satt, sum Brown førir fram, so er tað ikki fyrstu ferð, at annars framúrskarandi Arsenal-spælarin er partur av einum slíkum máli. Í einum Champions League dysti í 2005, spýtti Fabregas í andlitið á Michael Ballack, sum tá spældi við Bayern München.










