Rok í Tjóðveldinum: Heini og Páll blakast úr fíggjarnevndini

Tjóðveldið hevur ikki longur álit á sínum egnu tingmonnum, Heina O. Heinesen og Pálli á Reynatúgvu og tí ætlar flokkurin nú at blaka teir úr fíggjarnevndini hjá Løgtinginum

Leiðslan í Tjóðveldinum hevur ikki longur álit á tveimum av sínum egnu tingmonnum.

Tað eru teir báðir útjaðaratingmenninir Páll á Reynatúgvu og Heini O. Heinesen, sum eru falnir í ónáði hjá leiðsluni í Tjóðveldinum.

Og ónøgdin við teir báðar er so stór, at leiðslan í Tjóðveldinum arbeiðir roynir nú at fáa teir báðar tveittar úr fíggjarnevndini hjá Løgtinginum, har teir hava umboðað flokkin síðani samgongan varð skipað eftir valið í januar.

Tjóðveldið hevði floksfund í vikuni, har tingmanning og landsstýrisfólkini hjá flokkinum vóru til staðar og har umrøddu tey spurningurin um at taka nevndarsessirnar í fíggjarnevndini frá Heina O. Heinesen og Pálli á Reynatúgvu.

Hetta fortelja fleiri vælvitandi keldur, sum standa Tjóðveldinum nær, fyri Sosialinum, men tey vilja ikki at leggja navn til fyri ikki at skapa sær trupulleikar.

Ongin avgerð varð tikin á floksfundinum hesuferð, men flokkurin skal hava fund aftur seinni og har skal endalig avgerð takast.

Men sum skilst er ætlanin hjá leiðsluni í flokkinum at taka nevndarsessirnar frá teimum beinanvegin og at velja nýggjar limir í fíggjarnevndina, so at Páll á Reynatúgvu og Heini O. Heinesen fáa sum mist ávirkan á arbeiðið at gera fíggjarætlan fyri 2009.

Leiðslan heldur, at tað hevur serligan skund at fáa nýggjar limir í fíggjarnevndina, tí eftir avtaluni í samgonguni, skal Tjóðveldið hava formannin í fíggjarnevndini frá 1. januar.


Mist álitið á teir

Keldur okkara í Tjóðveldinum siga, at orsøkin til, at floksleiðslan nú vil hava, at teir báðir skulu skiftast út í fíggjarnevndini, er, at flokkurin ikki hevur álit á teimum longur.

Tað er í sambandi við arbeiðið at gera fíggjarlógina fyri í ár, at teir báðir skulu hava borið seg soleiðis at, at flokkurin ikki longur kann hava álit á teimum.

Har hava teir báðir samtykt ymiskt, sum hevur elvt til slíka misnøgd í flokkinum, at hann enntá er til reiðar at taka eitt so óvanligt og víttfevnandi stig sum at tveita teir úr fíggjarnevndini og velja nýggjar limir í nevndina, sum eru meiri trúgv ímóti politisku linjuni hjá leiðsluni.

Tað, sum serliga hevur loypt øði í leiðsluna í Tjóðveldinum, er, at Heini O. Heinesen hava góðtikið at játta Strandferðsluni tvey milliónir eyka, so at eitt skip afturat kann setast í sandoyarsiglingina í tríggjar mánaðir í summar, eftir nógvar ábreiðslur um alt ov langar bíðitíðir.

Tað er eisini fallið leiðsluni í Tjóðveldinum fyri bróstið, at fíggjarnevndin lækkaði játtanina til nýstovnaða uttanríkisráðið og tað er avgjørt heldur ikki fallið í góða jørð, at Sandoyartunnilin fekk eina serliga játtan á fíggjarlógini og at játtanin til Sandoyartunnilin harafturat er hækkað eina millión, hóast samgongan ikki hevur gjørt eina íløguætlan.

Men ikki minst hevur leiðslan í Tjóðveldinum tikið Heina O. Heinesen og Pálli á Reynatúgvu tað illa upp, at teir hava góðtikið at lækka játtanina til Samvit 400.000 krónur eg givið Íverksetarahúsinum í Klaksvík tær.

Serliga hetta síðsta málið hevði so stóran týdning fyri Tjóðveldið, at tá ið fíggjarlógin skuldi endaliga samtykkjast eina náttina síðst í mai, var samgongan eitt skifti í kreppu, tí Tjóðveldið beinleiðis hótti við at slíta samgonguna, fekk Samvit ikki tær 400.000 krónurnar aftur.


Yvir mítt lík

Vit hava tosað við eina rúgvu av fólki, sum standa Tjóðveldinum nær, men alment hevur ongin nakra viðmerking.

Heldur ikki høvuðspersónarnar í málinum hava nakra serliga viðmerking.

Heini O. Heinesen hevur onga viðmerking.

- Eg dugi ikki at síggja nakra sum helst orsøk til at eg skal verða skiftur út í fíggjarnevndini, so tað gangi eg yvirhøvur ikki við til. Tað verður yvir mítt lík, staðfestir ein avgjørdur Heini O. Heinesen.

Hann staðfestir, at hann hevur enntá sær fram til at verða formaður í fíggjarnevndini á nýggjárínum, vissi Páll á Reynatúgvu ikki verður formaður, so hann góðtekur undir ongum umstøðum at verða koyrdur úr nevndini.

Heldur ikki hin fíggjarnevndarlimurin hjá Tjóðveldinum, Páll á Reynatúgvu, hevur nakra viðmerking.

Men vit spurdu hann sama spurning, vit spurdi Heina O. Heinesen:

Men hvat hevði tú sagt til at verðið koyrdur úr fíggjarnevndini av tínum egna flokki?

- Eg haldi meg hava tænt flokkinum bæði væl og trúfast og eg dugi ikki at síggja nakra sum helst orsøk til at eg skal víkja sætið í nevndini fyri nøkrum øðrum, sigur sandoyartingmaðurin.

Hann staðfestir annars, at samstarvið hjá samgonguni í fíggjarnevndini hevur verið sera gott og tað hevur samstarvið við floksfelagan, Heina O. Heinesen, eisini verið. Hann heldur eisini, at, at andstøðan hevur verið gjørt eitt gott arbeiðið.

Hann hevur somuleiðis bara gott at bera forkvinnuni í fíggjarnevndini, Eyðgunn Samuelsen, tí hann heldur, at hóast hon er nýggj í politikki, hevur hon leitt nevndararbeiðið við ógvuliga hepnari hond.


Eftirmeting

Bergtóra Høgnadóttir Joensen, forkvinna fyri Tjóðveldinum á Løgtingi, hevur heldur onga viðmerking.

Hon staðfestir, at tingmanningin og landsstýrisfólkini hjá Tjóðveldinum hava havt fund, har tey hava eftirmett tingesetuna, sum hon málber seg.

Men hóast hon onki vil siga beinleiðis, váttar hon hálvavegna, at talan kann verða um at skifta nevndarlimirnar hjá flokkinum, tí hon sigur, at spurningin um at skipa nevndir verður tikin upp aftur á Ólavsøku.

Men hvussu eru tit so nøgd við leiklutin hjá Pálli á Reynatúgvu og Heina O. Heinesen í fíggjarnevndini?

- Eg haldi at fíggjarnevndin hevur gjørt eitt gott arbeiði upp á nógvar mátar, men tað eru eisini nøkur viðurskifti, sum eg ikki eri nøgd við. Eg eri ikki nøgd við, at uttanríkisráðið og mentamálaráðið vórðu skerd. Eg eri heldur ikki nøgd við, at Samvit misti 400.000 krónur og tað hóvar mær heldur ikki, at Sandoyartunnilin fekk sína egnu játtan og at hon varð hækkað úr fimm upp í seks milliónir, sigur forkvinna Tjóðveldsins á Løgtingi, fyri at nevna nøkur dømi.