Finalan í nýggju evropisku kappingini, Europa Conference League, verður millum enska West Ham og italska Fiorentina. Í báðum førum er talan um feløg, sum vanliga ikki eru at síggja í toppinum í Evropa.
AZ Alkmar – West Ham 0-1 (West Ham vinnur samanlagt 3-1)
West Ham vann fyrru hálvfinaluna 2-1 á heimavølli. Í gjár stóð á jøvnunum heilt fram til yvirtíðina, tá AZ Alkmar legði alt fyri at fáa mál, men tað endaði við at Pablo Fornals setti punktum við máli til 1-0 á degnum – og 3-1 samanlagt.
Eftir dystin var rok á áskoðaraplássunum, tá búrkroppar lupu á West Ham viðhaldsfólk. Her var talan um staðið har familjurnar hjá spælarunum sótu. Tað endaði við at fleiri av spælarunum blandaðu seg uppí, fyri at verja síni kæru.
Hóast West Ham ikki er eitt felag, sum vit seta í samband við evropiskan toppfótbólt, so var felagið í hálvfinaluni í Europa League í fjør.
FC Basel – Fiorentina 1-3 (Fiorentina vinnur samanlagt 4-3)
Her var brúk fyri longdari leiktíð, fyri at skilja millum sveisiska FC Basel og italska Fiorentina.Tað stóð á jøvnum 3-3 samanlagt, tá vanliga leiktíðin var farin.
Í longdu leiktíðini skoraði innskifti Antonin Barak avgerandi málið. Fiorentina er fyri fyrstu ferð síðani 1990 í eini finalu í evropeskum fótbólti.
Finalan verður í Prag 7. juni.