Rok ímillum tjóðveldisfólk í Løgtinginum

Tórbjørn Jacobsen ordiliga húðfletti partakvinnuna, Heidi Petersen, í Løgtinginum í gjár. Hon roynir at gera av við meg, men tað skal ikki fara stillisliga aftur við borðinum, lovaði hann


- Heidi Petersen roynir at gera av við meg. Men tað skal ikki fara stillisliga afturvið borðinum.
Í løgtinginum í gjár var rættiligt rok ímillum tey bæði løgtingsfólkini hjá Tjóðveldisflokkinum, Heidi Petersen og Tórbjørn Jacobsen.
Ella tað var nú mest Tórbjørn Jacobsen, sum var á rokinum, tí hann ordiliga húðfletti partakvinnuna úr Vestmanna við einum orðalagi, sum vit sjáldan ella ongantíð fyrr hava hoyrt ímillum floksfelagar í Løgtinginum.
Tað var ein samrøða sum Heidi Petersen hevði við Sosialin mikudagin, sum fekk bikarið hjá Tórbirni Jacobsen at flóta yvir.
Heidi Petersen er framsøgufólk hjá Tjóðveldisflokkinum í skúlamálum og við Sosialin segði hon  kortanei til at landið skuldi betala 200-300 milliónir vegir og annað í sambandi við ætlaða undirsjóvartunnilin ímillum Eysturoy og Streymoy, tí nú skal fólkaskúlin raðfestast fremst og onki annað hevur størri týdning.
Hon boðaði eisini frá, at kemur samgongan ikki við eini eykajáttan til fólkaskúlan, fer Tjóðveldisflokkurin at leggja eina fyri Løgtingið heilt skjótt.
Hon væntaði, at tær ábøtur, sum eru neyðugar at gera í fólkaskúlanum, kosta einar 10-12 milliónir og tað skiltist á henni, at tað er Tjóðveldisflokkurin til reiðar at betala.
 
Vil gera enda á mær
Hetta hevur fingið rættiliga øði í tjóðveldismannin, Tórbjørn Jacobsen.
Hann vísti á, at Tjóðveldisflokkurin hevur akkurát mist ein tingmann, Karsten Hansen.
Og hann tók hetta sum eina atsókn frá Heidi Petersen á bæði hann sjálvan og á Eysturoy.
- Hetta seinasta samdøgurið hevur hon við sínum lokalpolitisku herðindum gjørt eitt veruligt átak fyri at gera enda á tí næsta tingmanninum hjá Tjóðveldisflokkinum - í Eysturoynni.
Tórbjørn Jacobsen staðfestir, at Heidi Petersen hevur boðað frá, at Tjóðveldisflokkurin ætlar at leggja eykajáttan fyri Løgtingið upp á 10-12 milliónir til Fólkaskúlan.
- Mær vitandi er hetta ongantíð viðgjørd í Tjóðveldisflokkinum.
Hann átalaði eisini hvassliga, at Heidi Petersen ætlar at steðga Skálafjarðartunlinum av nøkrum vegum, sum skulu gerast í hesum sambandi.
- Mær vitandi er tað einasta, sum er hent, er at ein tunnilisbólkur hevur søkt Vinnumálaráðið um loyvi at fara undir tunnil ímillum Eysturoy og Streymoy.
- Hvar hesir vegir koma frá, veit eg ikki, men heldur ikki tað er viðgjørt í Tjóðveldisflokkinum og hann helt at tey skuldu bíða við at taka støðu til málið til Landsstýrismaðurin í Vinnumálum hevur lagt tað fyri Løgtingið.
 
Eg skal skutlast
Tað var í samband við ein spurning, sum Heidi Petersen setti landsstýrinum um Fiskivinnuskúlan í Vestmanna og skúladepilin í Suðuroy, at tey hørðu orðini fullu ímillum partafólkini í Tjóðveldisflokkinum.
- Hví Skálafjarðartunnilin skal tengjast upp í skúlapolitikkin hjá Tjóðveldisflokkinum, skilji eg púra onki av, segði Tórbjørn Jacobsen.
- Men nú hendi tað so aftur at áraknútarnir eru komnir út ígjøgnum lokalpolitisku gamasjubuksurnar hjá Heidi Petersen, tí nú gjørdi hon eina nýggja morðroynd á eysturoyartingmannin hjá Tjóðveldisflokkinum og inn á Eysturoynna, sigur Tórbjørn Jacobsen.
Hann var eisini týðiliga irriteraður inn á, at Heidi Petersen fyrr í gjár hevði atkvøtt fyri uppskotinum frá landsstýrinum um sjálvbodna kommunusamanlegging.
- Við hevur hesum hevur hon syrgt fyri, at Eiði við vold og makt skal leggjast afturat Norðurstreymoy, har Eiði ongantíð hevur verið síðani landnámið.
- Nú er tað so eysturoyartingmaðurin, ið stendur fyri tørnið-hann skal stutlast.
Tórbjørn Jacobsen spurdi um Heidi Petersen var komin við hesi fráboðanum av sínum eintingum, ella um hon varð send.
- Tað er í hvussu so er ongin avsannan komin frá leiðsluni í Tjóðveldisflokkinum, legði hann afturat.
Tòrbjørn Jacobsen staðfesti eisini, at hendan atsóknin hjá Heidi Petersen, sum hann málbar seg, skuldi ikki fara stillisliga aftur við borðinum.
 
 
Tórbjørn avgerð ikki mína meining
- Tað verður ikki Tórbjørn Jacobsen, sum ger av, hvat eg skal halda og siga og hvørji mál, eg leggi dent á.
Tað staðfesti Heidi Petersen eftir orðaretorisku húðflettingina frá Tórbirni Jacobsen, sum vit umrøða omanfyri.
Hon staðfesti í stuttari viðmerking, at hon hevði mælt til at broyta Fólkaskúlalógina.
- Hvat viðvíkur Skálafjarðartunlinum, er tað Løgtingið, sum tekur støðu til tað. Eg ætli mær so ikki at atkvøða fyri tí.
Hon helt, at vegirnir í sambandi við tunnilin mugu koma í eini raðfesting, sum Løgtingið tekur støðu til, sigur hon í eini stuttari viðmerking