Rok millum Spania og Argentina

Viðurskiftini millum Argentina og Spania eru versnað nógv, eftir at argentinska stjórnin hevur samtykt at ognartaka landsins størsta orkufelag, sum eitur YPE. Orsøkin til, at avgerðin hevur elvt til vreiði í Spania, er, at spanska oljufelagið Repsol er høvuðspartaeigari í YPE, og Repsol hevur í dag boðað frá, at tað fer at krevja 57 milliardir krónur í endurgjaldi frá argentinsku stjórnini.

Argentinski forsetin, Cristina Fernandez, hevur leingi roynt at fáa YPE at økja framleiðsluna, og tað hevur leingi ljóðað, at forsetin og stjórnin fóru at tjóðartaka felagið. Í dag váttaði forsetin so, at tað verður gjørt.

ES styðjar sponsku stjórnina í stríðnum við Argentina. Formaðurin í ES-nevndini, José Manuel Barroso, segði í dag, at Evropa tekur tað sum eina sjálvfylgju, at Argentina virðir sínar altjóða skyldur.

-Eg eri veruliga vónsvikin av avgerðini, segði Barroso.