Um snøgt samdøgur skal Rás2 byrja at senda úr Miðlahúsinum, men beint í løtuni er ilt at síggja, hvussu tað skal kunna henda »Eitthvørt arbeiði tekur ta tíð, tú hevur til taks at gera arbeiðið í«
Soleiðis ljóðar Parkinsons Lóg, og vit mugu viðganga, at tað ofta er soleiðis. Tí í síðsta enda verður arbeiðið sum oftast liðugt til tíðina, hóast tað kann síggja svart út beint upp undir »deadline«.
Og satt at siga hevur sæð eitt sindur svart út við arbeiðinum á loftinum í Miðlahúsinum, har riggað verður til studio og kontrollrúm hjá Rás2. Nú seint seinnapartin í dag verður framvegis smíðað, málað, isolerað, el- og telefonkaðalir verða drignir higar og hagar ? og fyri at gera ruðulleikan fullkomnan verða skriviborðini á Sosialinum skift út við tí forstýrilsi, sum slíkt altíð hevur við sær.
Blaðstjórin hevur skift floyalsbuksurnar út við gular arbeiðsbuksur við styrktum knøum, og hevur uppaftur meiri um oyruni enn vanligt. Mitt ímillum íseting av vindeygum og álegging av gólvteppum situr hann við telduna og »orðnar« forsíðuna. Púra surrealistiskt.
Hjá blaðfólkinum, sum situr beint undir allari smíðingini, hevur tað ofta kenst sum at vera við frontin, tá bjálkastubbar og fyrifallandi órudd verður tveitt runt uppiá. Men í morgin stendur ljóðisolerað studio klárt har uppi, og einastu buldur, vit so fara at hoyra, verða helst tá vit hoyra tungar menn, sum skulu upp og niður gjøgnum tær at síggja til heldur skirvisligu trappurnar.
Men øll í húsinum krossa fingrar fyri, at tað hóast alt eydnast at fara í luftina úr Miðlahúsinum í morgin til tíðina, og ger tað. Tað er í hvussu er ? sum skilst ? keypt inn til móttøku, so...










