Cristiano Ronaldo sendi í gjár Real Madrid víðari til hálvfinaluna í Champions League við umstríddum brotssparki. Nú sigur fyrrverandi enski Premier League og altjóða dómarin, Graham Poll, at tað var rætt dømt av landsmanninum, 33 ára gamla Michael Oliver, tá hann peikaði á brotssparksplettin.
Les eisini: Buffon reyk út í við reyðum korti
Juventus var annars á odda 3-0, og hevði etið alla leiðsluna hjá Real Madrid frá fyrra dystinum, tá Lucas Vazquez í seinasta minuttinum fór umkoll í brotsteiginum. Premier League dómarin, Michael Oliver, var skjótur at peika á brotssparksplettin.
- Tað krevur dirvi, at døma eitt so avgerandi brotsspark. Eftirfylgjandi vísti hann eisini dirvi, tá hann vísti Gianluigi Buffon beinleiðis reytt kort, eftir at hann bleiv umringaður og plágaður av fleiri spælarum, sigur Graham Poll í grein á Dailymail.
Tað hevur verið nógv kjak um brotssparkið, tí helst er talan um eitt í besta føri bleytt skump í ryggin. Ein eftirfylgjandi kritikkur hevur eisini verið, at hetta bara prógvar hví ongin enskur dómari verður til HM endaspælið í summar. Her skal tó nevnast, at Michael Clattenburg hevði verið við, um hann ikki valdi at gevast at døma í Premier League.
- Tað er harmligt, at enska fótbóltssambandið ikki skrásetti Michael Oliver skjótari, tí so hevði hann verið við til HM í summar, sigur Graham Poll í verjurøðu av rokinum í Madrid í gjár.
Tað tykist vera stór ósemja, um talan er um brotsspark. Talan tykist verða um eitt brotsspark, sum kundi dømast, heldur enn eitt í skuldi dømast.