Nú hevur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, fingið loyvi til at útveita rutusigling hjá Strandferðsluni til privat at røkja.
Tað samykti løgtingið seint í gjárkvøldið, tó at tað skal til viðgerar einaferð afturat. Tað verður í dag, og tá verður tað endaliga samtykt.
Tað var samgongan, sum atkvøddi fyri málinum, samstundis sum andstøðan atkvøddu ímóti.
Tað er ein treyt í loyvinum, at rutusigling hjá Strandferðsluni skal ikki útveitast, uttan so, at tað tænastan verður minst líka góð og minst líka so bílig, sum hon er nú.
Samstundis skal tað vera ein treyt, at túratalið skal ikki lækka, og prísurin á ferðaseðlum skal ikki hækka í miðal, sum sagt verður.
Tað kann merkja, at prísskipanin verður smidligari. Eitt dømi kann vera, at tað kann verða bíligari hjá fastbúgvandi á útoyggj og dýrari hjá øðrum. Tað kann eisini verða bíligari hjá teimum, sum keypa ferðaseðlar í góðari tíð á netinum, og dýrari hjá teimum, sum keypa í síðstu løtu.
Men orðaskiftið í løgtinginum um málið var sjáldsama hvast.
Orðaskiftið var so hvast, at tingformaðurin mátti fleiri ferðir biðja tingmenn vanda sær um orðini, og hann mátti eisini biðja tingmenn í salinum halda uppat at sita og svara til tað, røðarin førdi fram.
Serliga Hendrik Old, sum var eldhugsður í orðaskiftinum og hann kallaði samgonguna fyri eitt ránsmannalið, og hann kallaði hetta størsta rán ímóti Suðuroy og útoyggjunum.
Og hann gjørdi tað ikki bara einaferð, men fleiri ferðir.
Hann vísti á, hvussu vanlukkuligar avleiðingar, tað hevði havt við sær, at Farmaleiðir vórðu einskildar. Tað hevði kostað smáum fiskavirkjum kring landið, lívið og hevði gjørt farmaflutning bæði nógv dýrari og torførari.
Hann ivaðist ikkii, at Strandferðslan fær somu lagnu
Gerhard Lognberg, fyrrverandi javnaðarmaður og núverandi sambandsmaður, hevur áður verið ímóti at lata siglingina hjá Strandferðsluni fara á privatar hendur.
Men hann er nógv róligari, nú orðingin um, at túratalið skal ikki lækka, og ferðaseðlaprísirnir skulu ikki hækka miðal, er tikin við.
Tískil atkvøddi hann fyri, hóast honum "dámar slett at útveita sovorðið".
Hann er eisini sannførdur um, at nettupp hendan orðingin ger, at nú eru so nógvar treytir, at tað hendir seg ikki, at nøkur ruta hjá Strandferðsluni verður útveitt.
Annars stúra bæði Hendrik Old, tinglimir fyri, at tá ið fleiri privat reiðarí fara at sigla fyri Strandferðsluna, fer tað at vera ómøguligt at útvega avloysaraskip til onkra rutu, tá ið tørvur er á tí.
Tinglimir eru eisini púra vísir í, at fyri at privat reiðarí kunnu hava nakran vinning, verður neyðugt at fáa bíliga, útlendska manning at sigla, tí aðrar útreiðslur ber ikki til at pilka við.
Johan Dahl harmast um orðavalið hjá Hendriki Old, men hann veitti Løgtinginum fulla vissu fyri, at ongin ruta verður útveitt uttan so, at tað er ein fyrimunur fyri landið, og samstundis skal trygd fáast fyri, at avloysaraskip at tókt, tá ið tað krevst.
Landsstýerismaðurin heldur, at summir tingmenn hava líkasum hug at missa vitið. Men hann ger púra greitt, at eingin sigling verður útveitt, uttan at nágreiniligar treytir fylgja við, akkurát sum tá ið Bygdaleiðir vórðu útbjóðaðar.
- Tað kann aldrin vera ein skaði at kanna málið, um tað verður betri og bíligari at útveita sigling, leggur landsstýrismaðuri afturat.