Bólkurin Rok er sprottin úr bólkinum Masha, sum luttók í Prix Føroyar 2003.
Tó er tað bara John Johansen, sum nú er eftir av tí bólkinum. Í mai 2003 kom
Signar í Homrum uppí bólkin, hann hevur áður verið sangari í væl umtókta poppbólkinum Kjølar. Gittarspælarin Johan Ziskason, sum vann Prixið saman við Mark No Limits, kom upp í rokið í septembur 2003, og Ólavur Enni Elisson í august í 2004.
Stílurin hjá bólkinum kann kallast popprockur. Bólkurin hevur spælt til konsertir og dans runt um landið, og Prixið ætlar teir at nýta sum eitt høvi til at frumframføra tónleikin, teir hava arbeitt við seinastu tíðina.










