Rói var toppskjútti hjá Hallby

Hallby tapti á útivølli

Sunnudagin spældu Rói Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Hallby triðseinasta dystin í grundspælinum í bestu svensku hondbóltsdeildini.

 

Mótstøðuliðið var komandi liðið hjá Paula Jacobsen, Skövde, ið vann dystin 33-28. Hallby var á odda 18-15 í steðginum, men teir megnaðu ikki at liva upp til avrikið í seinna hálvleiki.

 

Rói var við seks málum toppskjútti hjá Hallby. Rói legði eisini upp til tvey mál (assist).

 

Hallby er nummar 11 í deildini við 17 stigum. Røkka teir í Hallby ikki tíggjunda plássinum, so mugu teir spæla dysti móti einum liði úr næstbestu deildini um rættin at kappast í bestu deildini komandi kappingarár.

 

Komandi fríggjakvøld klokkan 18 hevur Hallby dyst á heimavølli móti Guif.