Rói var toppskjútti hjá Hallby

Ein vánaligur fyrri hálvleikur forkom møguleikanum hjá Hallby at fáa stig

Mynd: Handbollsligan

Rói Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Hallby spældu í kvøld dyst á heimavølli í bestu svensku hondbóltsdeildini.

 

Í Ítróttarhúsinum í Jönköping tapti Hallby 26-28 fyri gamla liðnum hjá Kjartani Johansen, Önnered. Ein vánaligur fyrri hálvleikur gjørdist dýrur fyri Hallby. Í steðginum var útiliðið greitt á odda 18-11. 

 

Rói avrikaði væl og gjørdist toppskjútti hjá Hallby við átta málum. 

 

Hallby er nummar 11 í deildini við 17 stigum. 

 

Mynd: Handbollsligan