Rói vann á Róki - HØJ er greitt oddalið

HØJ eru framvegis ósigraðir í næstbestu donsku hondbóltsdeildini

Føroyingauppgerð var í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í Århus í dag.

 

Rókur Akralíð og liðfelagarnir í HC Aarhus tóku móti Róa Berg Hansen og liðfeløgunum í HØJ.

 

Dysturin endaði við einum teprum 29-28 sigri til HØJ. 

 

HC Aarhus brendi eitt brotskast í seinastu løtu, og so kundi HØJ ferðast heimaftur við tveimum stigum.

 

Í steðginum var HØJ á odda 14-12. 

 

Rói skoraði tvey mál fyri HØJ. Rókur var ikki millum málskjúttarnar hjá HC Aarhus.

 

Rói og Rókur fara nú at ferðast til Týsklands saman við landsliðshópinum fyri at spæla EM-undankappingardyst móti Ukraina. Dysturin verður leiktur komandi mikukvøld klokkan 19.

 

Nr.Lið: DystirStig
1HØJ 611
2TMS Ringsted68
3Skive68
4Rækker Mølle68
5IK Skovbakken67
6Ajax 46
7Aarhus HC56
8FIF66
9Roskilde65
10Otterup HK65
11Team Sydhavsøerne54
12TM Tønder63
13Odder 62
14Grindsted GIF61