Rói vann á Brandi - HØJ er næstfremst í deildini

Leivur Mortensen og liðfelagarnir í Odder taptu á útivølli

Leygardagin var føroyingauppgerð í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Brandur Halgirsson og liðfelagarnir í Ajax tóku móti Róa Berg Hansen og liðfeløgunum í HØJ.

 

Ajax var omaná í fyrra hálvleiki og var á odda 13-12 í steðginum.

 

Í seinna hálvleiki lá betri fyri hjá HØJ, og tað endaði við 27-24 sigri til útiliðið.

 

Rói Berg Hansen skoraði fýra mál fyri HØJ og Brandur Halgirsson skoraði eitt mál fyri Ajax.

 

Leivur Mortensen skoraði fýra mál fyri lið sítt, Odder sum á útivølli tapti 27-33 fyri FIF. Í steðginum var FIF á odda 18-15.

 

Mánakvøldið spælir HØJ, ið er næstfremst í deildini móti oddaliðnum, HC Midtjyllandi á útivølli. Komandi hóskvøld tekur Odder móti HC Midtjyllandi á heimavølli.

 

Komandi leygardag verur føroyingauppgerð millum liðið hjá Teis Horn Rasmussen og Sjúrði Olsen, Tønder og Ajax.

 

Tønder spælir í morgin á útivølli móti Grindsted.

 

Støðan: 

 

 

 

Nr.LIÐ:DYSTIRSTIG
1HC Midtjylland1731
2HØJ 1626
3Team Sydhavsøerne1725
4Grindsted GIF 1724
5IK Skovbakken1717
6Odder 1816
7Ajax 1715
8HEI Skæring1614
9TM Tønder 1614
10Otterup HK1714
11FIF1611
12Vendsyssel1811
13Roskilde 1711
14HC Odense177