Rói Berg Hansen og liðfelagarnir í HØJ vunnu á Brandi Halgirssyni og hansara liðfeløgum í Ajax á heimavølli í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í dag.
HØJ vann 34-29. Í steðginum var HØJ á odda 17-14. Rói skoraði eitt mál fyri HØJ, og Brandur skoraði trý mál fyri Ajax.
Leivur Mortensen skoraði tvey mál tá lið hansara, Odder á heimavølli vann 35-29 á FIF. Í steðginum var Odder á odda 18-13.
Rókur Akralíð skoraði trý mál fyri Odense móti gomlu liðfeløgunum hjá HEI Skæring í dag. Dysturin endaði við málríkum javnleiki 36-36. Heimaliðið, Odense var á odda 18-17 í steðginum.
Komandi fríggjakvøld verður føroyingauppgerð millum Ajax hjá Brandi Halgirssyni og Tønder hjá Teis Horn Rasmussen og Sjúrði Olsen. Sama kvøld spæla Leivur Mortensen og Odder á útivølli móti Midtjyllandi.
Komandi sunnudag spæla Ròkur Akralíð og Odense á útivølli móti Vendsyssel. Sama dag spæla Rói Berg Hansen og HØJ á útivølli móti HEI Skæring.
| Nr | Lið: | Dystir | Stig |
| 1 | Team Sydhavsøerne | 5 | 8 |
| 2 | IK Skovbakken | 5 | 8 |
| 3 | HØJ | 5 | 8 |
| 4 | HC Midtjylland | 5 | 8 |
| 5 | Odder | 5 | 6 |
| 6 | Grindsted GIF Håndbold | 5 | 6 |
| 7 | TM Tønder | 5 | 5 |
| 8 | Ajax | 5 | 4 |
| 9 | Otterup HK | 5 | 3 |
| 10 | Roskilde | 5 | 3 |
| 11 | Vendsyssel | 5 | 3 |
| 12 | HC Odense | 5 | 3 |
| 13 | HEI Skæring | 5 | 3 |
| 14 | FIF | 5 | 2 |










